Fótbóltur

Klæmint spældi dyst nummar 400 í fremstu røð

Og sjálvandi skoraði metmálskjúttin úr Rituvík eisini í sigrinum á B36 í Runavík. 34-ára gamli áleyparin hevur nú 241 mál í bestu mansdeildini í Føroyum.

Teir hjá B36 kýttu seg fyri at steðga NSÍ-áleyparanum at sláa til, men nummar 10 skoraði tó tvey

Teir hjá B36 kýttu seg fyri at steðga NSÍ-áleyparanum at sláa til, men nummar 10 skoraði tó tvey "klassisk Klæmint-mál" í 2. hálvleiki (Mnd: Sverri Egholm)

2025-03-09 20:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt ár var hann burtur frá barndómsfelagnum. Hetta var, eftir at NSÍ flutti niður í 2022. Hugurin at fara var ikki serliga stórur hjá Klæminti Andrasson Olsen, men boðini frá táverandi høvuðsvenjaranum á A-landsliðnum, Håkani Ericson, vóru púra greið: Spælir tú fyri NSÍ í 2023, so verður tú ikki á landsliðnum.

Klæmint varð leigaður til Breiðablik og fekk nakrar serstakar upplivingar í íslendska felagnum. Í september 2023 gjørdist hann fyrsti spælari at skora fyri eitt íslendkst felag í einum evropeiskum bólkaspæli, tá málrevurin tvær ferðir var á blettinum í Tel Aviv. Samanlagt hevur Klæmint 10 evropeisk mál fyri NSÍ og Breiðablik. Maðurin, sum hann oftast verður sammettur við, Páll Andrasson Klettskarð, hevur sama tal. Einasti føroyinur, sum hevur fleiri, er fyrrverandi liðfelagin Árni Frederiksberg (13).

Sí eisini: Klæmint hevur skrivað fótbóltssøgu

Í fremstu mansdeildini hevur eingin gjørt fleiri mál enn Klæmint Andrasson Olsen. Í 4-3  sigrinum á B36 í dag var 10'arin hjá NSÍ á blettinum tvær ferðir. Harvið hevur hann nú 241 mál í Betrideildini - 33 fleiri enn Páll Klettskarð, sum sambært FaroeSoccer hevur 46 dystir færri.

Klæmint hevur nú spælt júst 400 dystir, so tað var ógvuliga hóskandi, at hann í veruligum "Klæmint-stíli" var til reiðar aftanfyri ryggin á verjuspælara og skoraði fyri teir í gulum og svørtum.

Eingin annar hevur spælt fleiri dystir fyri NSÍ í Betrideildini, og tað eru fáir spælarar, sum røkka slíkum tølum. Sølvi Vatnhamar kom á 400 dystir seint í síðsta kappingarári.

Klæmint Andrasson Olsen hevur eisini verið við at vunnið FM og steypakappingina við barndómsfelagnum. 34-ára gamli rituvíkinurin er ein ímynd av NSÍ. Hann sær út til at vera heilt væl fyri og fleirfaldi toppskjúttin og metmaðurin varð heiðraður í dag, tá hann og NSÍ byrjaði kappingarárið væl í dramatiskum dysti við Løkin.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen saman við formanninum hjá NSÍ, Karsteni Joensen, beint fyri dystarbyrjan (Mynd: NSÍ)

Sí eisini: Myndir: NSÍ vann málveitsluna við Løkin

NSÍ skrivar soleiðis í sambandið við runda dystartalið hjá Klæminti Andrasson Olsen:

Klæmint byrjaði sum sjey ára gamal at spæla fótbólt við Løkin. Tað sást tíðliga, at ungi rituvíkingurin hevði góðar dygdir og gott máleyga. Hann kláraði seg væl, og umboðaði eisini ungdómslandsliðini á bæði U15, U17, U19 og U21.

Klæmint fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini tann 20. mai 2007, bert 16 ára gamal, og var við til at vinna fyrsta og einasta føroyameistaraheitið í bestu deildini fyri NSÍ hetta sama árið. Hann skoraði sítt fyrsta mál í bestu deildini tann 17. mai 2009 og tað má sigast, at nógv vatn er runnið í ánna síðani tá. Klæmint hevur skotið 239 mál í bestu deildini, og er hetta føroyskt met fyri mest skorandi leikara í søguni. Klæmint tók málmetið frá Jákupi á Borg í Ólavsøkudystinum ímóti HB í Gundadali tann 28. juli 2018, tá hann skoraði mál nr. 154 í bestu føroysku deildini. Tað merkir eisini, at hvørjaferð Klæmint fær bóltin inn um mállinjuna, veksur málmetið.

Klæmint hevur somuleiðis metið fyri flest spældar dystir fyri NSÍ í bestu deildini.
Klæmint umboðaði fyrstuferð føroyska A-landsliðið hjá monnum í 2012. Hann hevur síðani spælt 64 A-landsdystir og skotið 10 mál, sum eisini er málmet fyri mest skorandi A-landsliðsleikara. Metið deilur hann saman við Rógva Jacobsen, sum somuleiðis hevur skotið 10 mál fyri føroyska A-landsliðið. Klæmint valdi í 2024 at takka fyri seg á føroyska A-landsliðnum.

Harumframt hevur hann umboðað barndómsfelagið í 35 dystum í kappingini um Løgmanssteypið, 20 dystum í Europa League, tveimum dystum í Conference League og einum dysti í Champions League.

Klæmint hevur bert umboðað NSÍ í føroyskum fótbólti. Hetta er nakað vit í felagnum eru sera fegin um og takksom fyri.

Vit vilja takka Klæminti fyri hansara drúgva íkast í felagnum, og vilja ynskja honum og restini av hópinum góða eydnu í 2025.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder