Kappróður

Klaksvíkar Róðrarfelag heiðrað

Klaksvíkar Róðrarfelag og Klaksvíkar kommuna skipaðu fyri móttøku og heiðran av Klaksvíkingi, Páll Fanga - menn og Fípuni Føgu - gentur, sum allir vunnu FM í sínum kappingargreinum.

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2022-07-30 19:38 Author image
Dávur Winther
placeholder

Seinnapartin í dag skipaði Klaksvíkar Róðrarfelag saman við Klaksvíkar kommunu fyri móttøku og heiðran av Klaksvíkingi, Páll Fanga – menn og Fípuni Føgru – gentur, sum allir vunnu FM í sínum kappingargreinum.

Sonja Ravnsfjall Kjølbro, forkvinna legði fyri við rósandi orðum til sítt felag og allar teir mongu røsku rógvararnar. 

Hon takkaði eisini teimum mongu stuðlunum og foreldrum og hjálparfólki, ið stóðu handa felagið.

Síðani helt Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins røðu. Hon takkaði fyri spennandi kappráðrarárið, har Klaksvíkar Róðrarfelag sanniliga hevði gjørt kappingarnar meira spennandi við nógvum góðum úrslitum – eisini  hjá teimum ungu spírunum, sum eru væl við. 

Síðani bað hon umboð fyri manningarnar á Klaksvíkingi, Páll Fanga – menn og Fípuni Føgru – gentur um at koma upp at taka ímóti einum kekki frá býráðnum.

Eftir tað varð boðið til kaffi og snotiliga róðrar-lagkaku. Jú, lagið var gott, nógv prát og nógvar myndir tiknar.

Tekstur og myndir: Dávur Winther

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder