Millumfelagskappingarnar í billard eru nú komnar í helvt. Tilsamans eru 5 billardfeløg úr Havn, av Tvøroyri, úr Fuglafirði og Klaksvík og av Skálafjørðinum við í kappingunum. Spenningur er í kappingini, nú einans 8 stig eru á muni millum besta og triðbesta liðið. Og sum væntað eru tað stórspælarar sum Ólavur Kjølbro, Páll Heri Nolsøe og Jógvan Jørgensen, sum hava lagt lunnar undir tær tríggjar bestu støðurnar í kappiningi.
Støðan í løtuni er rættiliga jøvn í oddinum. Klaksvíkar Billardfelagg 1 við Ólavi Kjølbro og Urbanus Olsen er fremst við 32 stigum. Í hølunum á teimum kemur Tvøroyrar Billardfelag við Páll Hera Nolsøe og Tórði Holm við 27 stigum, og nr. 3 er Havnar Billardfelag 1 við Jógvani Jørgensen og Per Hansen við 24 stigum. Liðið hevur tó spælt ein dyst færri enn hini bæði oddaliðini. Henda støða kann verða broytt í morgin, tá fuglfirðingar vitja í Havn. Havnaliðið skal vinna allar sínar dystir í morgin fyri at koma ájavnt við klaksvíkingar.
Nr. 4 í 1. deild er Skálafjarðar Billardfelag við 17 stigum, nr. 5 er Billardfelag Fuglafjarðar við 15 stigum og nr. 6 er Klaksvíkar Billardfelag 2 við 13 stigum. Fuglfirðingar hava spælt tveir dystir færri og Klaksvíkar Billardfelag 2 ein dyst færri.
Taka vit einstøku úrslitini, tvs. eyguni í meðal, hjá teimum trimum bestu liðunum, so liggur Klaksvíkar Billardfelag 1 á odda við 26,77 eygum. Síðani kemur Havnar Billardfelag 1 við 24,02 eygum og nr. 3 Havnar Billardfelag 2 við 21,25 eygum.
Bestu einstøku úrslitini í eygum fyri hvørja kapping hjá hvørjum spælara í 1. Deild eru hesi: Bestur er Ólavur Kjølbro við 33,40 eygum, síðani Páll Heri Nolsøe við 32,54 eygum og nr. 3 Kristian Sune Høgnesen við 27,20 eygum í meðal. Besta umfarið í kappingini eigur Páll Heri Nolsøe við 280 eygum. Hann hevur eisini besta úrslitið fyri ein einstakan dyst við 38,46 eygum. Kristian Sune Høgnesen kom í hølunum á honum við 38,45 eygum.
Í 2. deild liggur Tvøroyrar Billardfelag 2 á odda við 41 stigum, nr. 2 er Havnar Billardfelag 2 við 40 stigum, nr. 3 Havnar Billardfelag 3 við 36 stigum, nr. 4 Klaksvíkar Billardfelag 3 við 19 stigum, nr. 5 Havnar Billardfelag 4 við 14 stigum og nr. 6 Skálafjarðar Billardfelag við 2 stigum.
Í 3. deild verður spælt í tveimum bólkum við endaspæli millum bestu liðini. Vit kunna nærri um støðuna har seinni.
Niðanfyri leinkjur til úrslitini frá kappingunum higartil.
https://billard.fo/data/_uploaded/file/bil_2024-25/Kappingarskjol/Status1.pdf
https://billard.fo/data/_uploaded/file/bil_2024-25/Kappingarskjol/Status22.pdf
https://billard.fo/data/_uploaded/file/bil_2024-25/Kappingarskjol/Status3.pdf
Myndir frá kapping í dag millum tvey av liðunum hjá Havnar Billardfelag í 2. deild. Myndir Jan Müller.
Niels sleppur at royna síni kynstur eftir hetta torføra uppleggið.
Tvinnir eru kostirnir - hvørgin er mjúkur. Man Hans Jákup klára seg burtur úr hesi torføru støðuni?
Avgerandi er at hava eitt gott "kúlu" eygað, tá leggjast skal upp av nýggjum, eftir henda "direktørin". Men Jákup veit, hvat hann vil....
Neyðugt er at taka "ommuna" í brúk, tá kúlurnar ikki leggja seg sum man vil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald