
Í dýrdarveðrinum á Skálafjørðinum díktu teir 30 menninir, umframt róðurskvinnurnar, á seint seinnapartin.
Serliga stórur spenningur er um 10-mannaførini í ár, har Klaksvíkingur og Havnarbáturin undan fimta FM-róðrinum vóru stavn um stavn: Púra javnir eftir tveir sigrar hvør.
Havnarbáturin var sannførandi á Varmakeldu fyri viku síðani, men í dag svaraðu verandi FM-vinnararnir aftur. Í mun til síðsta leygardag í Fuglafirði, fekk Klaksvíkingur ein ógvuliga góðan start og var nakað á odda eftir fyrstu tøkini.
Leiðslan helt allan vegin inneftir, men Havnarbáturin - og eisini Norðingur í dag - hingu í. Móti endanum fóru teir á Havnarbátinum av álvara at nærkast, men klaksvíkingar hildu tørn. Munurin var at enda nakað undir ein minutt, og Norðingur var beint undir tvey sekund frá fyrsta plássinum.
Mettíðir
Stutt eftir spennandi róðurin var liðugur, kundu tey umborð á Klaksvíkinginum stórfegnast. Tá kundu eisini staðfestast, at met varð sett á Skálafjørðinum í dag:
04.23.40
So skjótt hevur eingin róð í skrásettum FM-róðri her áður. Klaksvíkingur setti met, og Havnarbáturin javnaði Fjarðastevnu-metið. Áðrenn var tað júst 04.24.13.
Fyrr í dag setti Ørvur, sum stevnir beint móti FM hjá 8-mannaførunum, metið fyri 8-mannafør á hesum fjørði. Hetta við tíðini 4.33.11.
Myndir av Fjarðastevnu koma seinni - Sí øll úrslitini her
Nú liggur Klaksvíkingurin væl fyri
Eftir dagsins 10-mannaførsróður hevur Klaksvíkingur 33 stig, meðan Havnarbáturin hevur 32 stig. Harvið kann verandi føroyameistarin so at siga avgerða alt á Vestanstevnu í Sørvági um eina viku.
Vinnur Havnarbáturin hinvegin leygardagin 19. juli, so verður ein rein FM-finala á ólavsøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald