Kappróður

Kollfirðingar flotað nýggjan bát

Kjósin er heitið á nýggjum 5-mannafari í Kollafirði.

(Mynd: KÍF)

(Mynd: KÍF)

2021-06-03 06:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Kollafirði var í gjárkvøldið hátíðarhald. Nýggja 5-mannafarið hjá KÍF varð flotað, og navngivið.

Bergur R. Dam Jensen helt fyrst eina røðu, sum oddamaður fyri kappróðrarnevndina, har hann greiddi frá tilgongdini til bátin og tað stóra arbeiði sum liggur aftanfyri slíkt handverk. Terji R. Jakobsen hevur smíðað bátin, Johnleif Hansen hevur sproytað og mála. Navnabrettið hevur Johanna Jakobsen gjørt.

Báturin hevur fingið navnið Kjósin, og tað var gentumanningin, sum flotaði bátin.

Hesar genturnar skulu longu í eldin við bátinum leygardagin tá Norðoyastevna verður í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder