Annað

Komin til Týsklands

Túrurin í gjár úr Vejen til Büdelsdorf var um. 157 km, og allan dagin í dag súkklar Team Rynkeby í Týsklandi.

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2023-07-10 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Súkklararnir úr Team Rynkeby eru nú komnir til Týsklands.

Klokkan 7.30 sunnumorgunin varð farið úr Vejen í Danmark, og um middagsleitið vóru teir komnir til Týsklands.

– Túrurin var sera slættur, og alt gekk væl. Vit súkklaðu uml. 157 km og komu til býin Büdelsdorf, skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.

Allan dagin í dag verður súkklað í Týsklandi.

– Leiðin gongur til Ganderkesee, uml. 183 km hiðani úr Büdelsdorf. Nakrir minuttir verða kortini brúktir umborð á ferjum. Her stendur væl til, og øll gleða seg til enn ein dag saman á súkkluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder