Á jóansøku spælir miðvallarin Mark Kongstedt seinasta dystin fyri TB.
25 ára gamli danin hevur boðað felagnum frá, at hann ynskir at verða loystur úr sáttmálanum.
Sambært TB sigur Mark Kongstedt, at hann hevur trivist væl á Tvøroyri, men at tað eru persónligar orsøkir, ið gera tað neyðugt at flyta aftur til Danmarkar.
Mark Kongstedt spældi 12 dystir fyri TB í fjør, og hevur spælt átta dystir higartil í ár fyri besta liðið hjá tvøramonnum.
Tað hevur ikki gingið væl hjá TB í ár. Eftir átta leikt umfør hevur TB bara eitt stig á kontuni, og er varpað úr steypakappingini. Aftaná 4-0 tap móti B36 tann 28. apríl tók høvuðsvenjarin Michael Winter avleiðingina av vánaligu gongdini, og segði seg úr starvi.
Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ (22 stig)
2. HB (17 stig)
3. NSÍ (16 stig)
4. Víkingur (15 stig)
5. B36 (13 stig)
6. EB/Streymur (8 stig)
7. ÍF (8 stig)
8. 07 Vestur (6 stig)
9. B68 (5 stig)
10. TB (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald