Í dag varð serligi úrvalsstuðulin til ítróttafólk latin á einum serligum hátíðarhaldi í ÍSF-húsinum í Gundadali.
Tilsamans 1,8 milliónir krónur vórðu latnar hesaferð, og tað vóru eisini nógvar umsóknir um at fáa lut í útlutingini. 35 umsóknir um tilsamans 4,1 milliónir komu inn. 15 vórðu gingnar á møti.
Útlutingin er skipað í tríggjar bólkar. Fyrsti bólkur er til ítróttafólk, sum gera seg galdandi millum tey bestu í heiminum. Ongin fekk sambært hesum í ár.
Men 13 umsóknir vórðu gingnar á møti sambært treytunum í bólki 2, sum verður givin íðkarum, sum eru millum tey bestu í Norðurlondum:
Flogbóltur: U17 gentur og U17 dreingir
Fimleikur: Rani A. Dalsgarð og mansliðið í amboðsfimleiki
Fræls ítrótt: Rebekka Fuglø
Hondbóltur: U18 dreingir
Parasport: Hávardur Vatnhamar
Svimjing: Signhild Joensen, Vár E. Eidesgaard, Rókur Trygvason og Róland Toftum
Súkkling: Torkil Veyhe
Taekwondo: Høgni Kunoy Dávason
Harafturat vóru tvær umsóknir úr bólki 3 gingnar á møti. Bólkur trý er serliga gávurík ítróttafólk. Tey, sum fingu stuðul sambært hesum fortreytum var eitt lið av serliga evnaríkum svimjarum, og eitt gentulið undir frælsari ítrótt, sum arbeiði við ymsum kastigreinum.
So spyrt tú sum lesari kanska, hvat við stóru føroysku vónini til OL í Tokyo seinni í ár, rógvaranum Sverra Sandberg Nielsen.
Hann kann ikki koma upp á tal, tí hann rør ikki fyri eitt føroyskt ítróttasamband. Róðrarsamband Føroya hevur heldur ikki altjóða viðurkenning, og tí verða føroyskir rógvarar ikki stuðlaðir úr úrvalsgrunninum.
Meira kemur seinni, eitt nú hvussu stór upphæddin er til teir einstøku móttakararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald