Kappróður

Korona staðfest í kappróðrarumhvørvinum

Millum rógvarar og áskoðarar sum vóru til ódnartøk í Runavík í gjár, er korona staðfest. Róðrarsambandið heitir á fólk um at vísa varðsemi.

(Mynd: Jan Herman Hansen / RSF)

(Mynd: Jan Herman Hansen / RSF)

2021-05-23 23:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Korona er staðfest millum rógvarar og áskoðarar, sum luttóku á ódnartøkum í Runavík í gjár. Hesum boðar Róðrarsamband Føroya frá í kvøld.

Smitta er staðfest í Hósvíkar róðrarfelag og í Róðrarfelagnum Knørri. Eingin frá Hósvíkar Róðrarfelag luttók á ódnartøkum leygardagin.

- Landslæknin tekur sær av smittusporing, men fyri at fyribyrgja, at smittan spjaðir seg, heitir Róðrarsambandið bæði á rógvarar og áskoðarar um at vísa varðsemi og at lata seg kanna fyri koronu, skrivar RSF á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder