
Kristian Joensen helt málið reint í Klaksvík, har hann hevði heimavøll í árunum 2016-2021.
Sum KÍ-spælari var hann millum annað við at vinna 6-1 á Dinamo Tbilisi í Europa League - í gjárkvøldið vann NSÍ 4-0 á HJK Helsinki, og hetta var nakað serligt staðfesti 32-ára gamli glyvramaðurin.
- Tað snúði seg um allatíðina at vera til reiðar. Tá man spælir í Evropa kann hitt liðið ógvuliga skjótt gera ein vørr (...) vit stýrdu tí tó væl og høvdu møguleikarnir til meira í kvøld.
Kristian Joensen takkar her áskoðarunum saman við liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)
Royndi málverjin var eisni greiður um seinna dystin, sum verður í Helsinki hósdagin 17. juli: NSÍ kann ikki bara fara har fyri at verja; liðið er gjørt til at leypa á.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Emil: - Heilt fantastiskt og gevr blóð uppá tonnina til meira
Hoyr eisini: Video: Brandur vil ikki selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Djúpumýru
NSÍ - HJK Helsinki 4-0 (2-0)
12' Emil Weihe Joensen 1-0
35' Fabian Østigaard Ness (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0
76' Daniel Obbekjær (Jann Benjaminsen) 3-0
83' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 4-0
Reytt kort: Jere Kallinen (23')
NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen
Sí eisini: Stórbærur og stórir NSÍ-sigur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald