Hondbóltur

Kunnu møta Danmark, Rumenia og Eysturríki

Greitt er nú, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu møta, um tær koma víðari í undan-undankappingini. Til tað krevst at vera sterkari enn Finnland og Ísrael í Føroyum í juni.

2021-03-25 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin og leygardagin spældu Føroyar HM-undankappingardystir í Hvítarusslandi. Har gekk striltið at fáa mál, men fyrst í juni fær liðið ein nýggjan møguleika, tá Føroyar verða vertir fyri undan-undankapping.

Tá vitja Finnlandi og Ísrael, ið Føroyar kunnu metast at hava góðan møguleika at vinna á.

Um tað eydnast, bíðar ein spennandi bólkur til EM-undankappingina - høvuðsundankappingina - ið fer í gongd í heyst. 

Eftir lutakastið í dag er grett, at bólkur tvey telur Danmark, Rumenia, Eysturríki, umframt vinnaran av undan-undanbólki trý, har Føroyar eru í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder