Annað

Kunnu venja við A-landsliðnum í kvøld og fríggjakvøldið

Flogbóltssamband Føroya boðar frá, at hesar venjingar í Skúlanum á Fløtum eru "opnar" - tað vil siga, at allir menn/dreingir eru vælkomnir til venjing..

- Hetta eru opnar venjingar - tað vil siga, at allir menn/dreingir eru vælkomnir til venjing. Byrjað verður klokkan 19 í kvøld (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

- Hetta eru opnar venjingar - tað vil siga, at allir menn/dreingir eru vælkomnir til venjing. Byrjað verður klokkan 19 í kvøld (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2022-12-28 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

A-landsliðið hjá monnum í flogbólti hevur venjing í kvøld og aftur fríggjakvøldið. Tað er sum so einki óvanligt í hesum: At landsliðið er saman tá lítil steðgur er í landskappingini fyri at fyireika seg til komandi avbjóðingar.

Tað heldur óvanliga við hesum er, at Flogbóltssamband Føroya um jólini hevur boða frá, at tað er frítt hjá øllum manligum leikarum at møta upp til venjingarnar í Skúlanum á Fløtum.

- Hetta eru opnar venjingar, t.v.s. at allir menn/dreingir eru vælkomnir til venjing

FBF skrivar, at A-landsliðsvenjing fyri menn verður 28. og 30. desember klokkan 19-21 í skúlanum á Fløtum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder