Hæddarpunktið á kurvabóltsárinum verður nú leygardagin, tá finalurnar hjá kvinnum og monnum verða leiktar.
Í kvinnufinaluni tørna bæði havnaliðini, Sporðdrekin og Hamar, saman. Innanhýsis dystir teirra hava verið tættir, so lagt er upp til eina sera spennandi finalu.
Hamar hevur seinastu árini vunnið FM hjá kvinnum, meðan hetta er fyrsta árið Sporðdrekin hevur kvinnulið við í kappingini.
Hjá monnum er eisini lagt upp til spennandi dyst. Hávur vísti stóra styrki í hálvfinaluni móti Hamar 1, og vísti øllum, at teir eru sanniliga klárir kappast um teirra fyrsta FM. Hamar 2 hevur vunnið allar sínar dystir í ár. Í hálvfinaluni stóð tó á gomlum naglum, men Hamar 2 vann sera tætta dystin móti Sporðdrekanum.
Hetta verður fyrsta finalan hjá Hávi úr Klaksvík og fyrsta finalan síðani 2016 hjá Hamar.
Kvinnudysturin millum Hamar og Sporðdrekan byrjar klokkan 14 og mansfinalan millum Hamar 2 og Háv byrjar klokkan 18.
Báðir dystir verða leiktir í høllini á Argjahamri – tað er sum altíð ókeypis atgongd og øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald