Annað

Kurvabóltslandsliðið fyrireikar seg til oyggjaleikir

Spælir venjingardyst móti útlendskum liðið fyri fyrstu ferð í Føroyum.

2019-06-14 10:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska kurvabóltslandsliðið fyrireikar seg til oyggjaleikaluttøku í Gibraltar í næsta mánaða, og í morgin spælir liðið ein venjingardyst í høllini á Argjahamri.

Mótstøðan verður danska felagið Stevnsgade Basketball.

Hetta er fyrsta ferð at føroyska kurvabóltslandsliðið spælir ein heimadyst ímóti einum útlendskum liði, staðfestir Facebook-bólkurin, sum eitur Kurvabóltsáhugað í Føroyum.

Dysturin verður spældur í høllini á Argjahamri leygardagin klokkan 13.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder