Í gjár var fyrsti dystur í landskappingini í kurvabólti fyri kvinnur leiktur.
Lagt varð upp til ein spennandi dyst millum Havnaliðini Hamar og Sporðdrekan.
Bæði liðini hava havt nakrar venjingardystir síðani summar, áðrenn kappingin nú varð skotin í gongd.
Hamar kom best frá byrjan, og tá 1. fjóðringur var liðugur, var støðan 10-6. Bæði liðini vóru sterk í verjuni, og var ringt at bróta ígjøgnum.
Í 2. fjórðingi hevði Sporðdrekin funnið stevið og kláraðu tær at vinna seg upp, so hálvleikstøðan var 14-14.
Bæði liðini vóru sera jøvn í 3. fjóðringi, men í 4. fjóðringi riggaði betur hjá Hamar, sum endaði við at vinna dystin 28-23.
Toppskjútti hjá Hamar var Bára E. Thorsvig við 10 stigum. Toppskjútti hjá Sporðdrekanum var Súsanna Mørk, eisini við 10 stigum.
Skipað hevur verið fyri kurvabóltskapping til kvinnur í fýra ár.
Undanfarin ár hava bert verið tvey lið – Havnaliðið Hamar og samansetta liðið frá Toftum og Klaksvík, sum nevnist Hávur. Hamar hevur eisini onkur ár havt tvey lið í kvinnudeildini. Hetta er sostatt fyrsta árið, at Sporðdrekin hevur lið í kvinnudeildini.
Næsti dystur í kvinnudeildini verður fyrst í februar mánað millum Háv og Sporðdrekan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald