Landsliðsvenjarin Áugúst Jóhannsson hevur úttikið 19 spælarar til landsliðssavningina. Fimm teirra spæla uttanfyri Føroyar, og hinar spæla í føroysku kappingini. Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.
Við í hópinum eru ímillum annað Tríggir nýggir og ungir spælarar, sum ikki hava verið á landsliðnum fyrr: Fríða á Dunga hevur verið eyðsýndur vongspælari hjá Neistanum, Marita Mortensen hevur veruliga gjørt um seg fyri H71, og Lív S. Poulsen hevur júst spælt seg á liðið hjá Herning/Ikast. Vestmannagentan fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini seinast í januar.
Meðan landsliðið er saman verður ein venjingardystur í Hoyvíkshøllini leygardagin 23. mars. Tá skal A-landsliðið spæla ímóti einum sokallaðum pressuliði, ið verður mannað við nøkrum av teimum dugnaligu útlendsku leikarunum, ið spæla í Føroyum. Teirra millum eru Jovana Stranjanac, Maja Dragobuljovic, Stina Madsen, Sofie Søberg og Kathe Frederiksen. Eisini verða aðrir profilar úr SMS-deildini við; leikarar sum Agnas Olsen, Liljan Djurhuus og Marjun Danberg, sum ikki eru á landsliðnum í løtuni.
Føroyar spældu í HM-undankapping í november-desember i fjør. Í summar byrjar EM-undankappingin.
Hópurin:
Málverjar
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF
Annika Fríðheim Petersen, H71
Strikuspælari
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Bjarta Osberg Johansen, Vendsyssel
Durita Toftum Joensen, H71
Vinstri vongur
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan
Fríða á Dunga, Neistin
Bakkar
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Spæliskipari
Súna K. Hansen, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Høgri vongur
Ninna Johansen, Aalborg HK
Halla Midjord, Kyndil
Lív S. Poulsen, Ikast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald