placeholder
Fótbóltur

Kvinnurnar byrja á heimavølli móti Spania

Føroyska kvinnulandsliðið spælir fimm undankappingardystir í ár og tríggjar í 2022. Byrjað verður á heimavølli, tá spaniólar koma á vitjan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-06 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt, hvussu skráin hjá A-landsliðnum við kvinnum sær út í komandi HM-undankapping. Føroyar byrja á heimavølli tann 16. september, tá spaniólar koma á vitjan.

Fyri lítlari viku síðan var lutakast í samband við komandi HM-undankapping hjá A-landsliðnum við kvinnum. Føroyar komu í bólk B saman við Spania, Skotlandi, Ukraina og Ungarn.

Og nú er greitt, hvussu leikskráin fer at síggja út. Føroyska liðið skal spæla fimm undankappingardystir í ár, og tríggjar í 2022.

Byrjað verður á heimavølli hósdagin 16. september, tá Spania, sum í løtuni er at finna á 13. plássi á styrkislistanum hjá FIFA, kemur hendan vegin á vitjan.

Skráin
16. sept. 2021 Føroyar – Spania
21. sept. 2021 Skotland – Føroyar
21. okt. 2021 Ukraina – Føroyar
26. okt. 2021 Føroyar – Ungarn
25. nov. 2021 Spania – Føroyar

8. apríl 2022 Ungarn – Føroyar
2. sept. 2022 Føroyar – Ukraina
6. sept. 2022 Føroyar – Skotland

HM-endaspælið verður í Avstralia og Nýsælandi í 2023.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder