Fótbóltur

Kvinnurnar høvdu ikki hepni við sær í lutakastinum

- Har vóru nógvir møguleikar í pottunum, sum vit á pappírinum høvdu verið javnari við. Vit hava nakrar truplar men eisini gevandi dystir fyri framman, sigur Lene Terp landsliðsvenjari eftir lutakastið. Føroyar komu í HM-undankappingarbólk við Spania, Skotland, Ukraina og Ungarn.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-04-30 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 – Eitt lutakast snýr seg um hepni, og tað var ikki ordiliga við okkum í dag. Har vóru nógvir møguleikar í pottunum, sum vit á pappírinum høvdu verið javnari við, men tey londini fingu vit ikki í okkara bólk. Men hetta verður ein spennandi bólkur.

Soleiðis sigur Lene Terp, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum. Í dag gjørdist tað greitt, at í fyrstu undankappingini við henni við róðrið, skulud Føroyar spæla Spania, Skotland, Ukraina og Ungarn.

Føroyar vóru í næstniðasta styrkisbólki, men av tí at liðið endaði í einum av teimum trimum bólkunum, ið bert hevur fimm lið, so verður eingin dystur, her Føroyar á pappínum eru í favorittleiklutinum.

– Mótstøðuliðini eru øll sera sterk, sjálvandi við Spania sum favoritti. Men hini londini eru eisini millum tey ovastu í hvørjum sínum styrkisbólkum, so vit hava nakrar truplar men eisini gevandi dystir fyri framman, sigur Lene Terp við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. 

Dystarskráin til HM undankappingabólk 2 verður nú løgd. Fyrstu dystirnir í undankappingini verða spældir í september. 

Føroyar endaðu aftast við ongum stigi - bæði í farnu EM-undankapping og farnu HM-undankapping. Í báðum førum vóru bert fimm lið í bólkinum. Málúrttøkan hevur verið -52 (1-53) og -41 (1-42)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder