Seinastu árini hava verið hørð hjá Kyndilsmonnum, sum ikki hava verið nærnámind teimum stuttligu plássunum. Avgerð er nú tikin um, at vend skal koma í, at Kyndil skal í oddin aftur, og nógvar broytingar verða til næsta kappingarár.
Í vár varð nýggja venjaratoymið sett, og tað er komið uppá pláss, at tríggir danir skulu spæla við í 2023/2024: Tveir úr Bornholm og ein vinstri bakkur úr Skive.![]()
Nýggja venjaratoymið: Jacob Lárusson, David Edvardsen og Óla Hendrik av Fløtum (Mynd: Kyndil)![]()
22-ára gamli Tobias Thisen og 24 ára gamli Kristian Jeppsen koma úr Viking, ið er lið frá Bornholm (Mynd: Kyndil)
Nú er eisini endaliga greitt, at íhvussu er tríggir fyrrverandi profilir venda aftur til barndómsfelagið:
- Tað er við stórari gleði, at vit í Kyndli kunnu avdúka, at fleiri av okkara lokalu kreftum venda heim aftur til barndómsfelagið. Høgni Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen og Ovi Lutzen eru spælarar, sum fyrr hava spælt á besta mansliðnum. Allir hava teir umboðað fyrimyndarliga, og tað er tí eingin ivi um, at hendan lokala tilgongdin fer at styrkja liðið bæði á og uttanfyri vøllin.
Ovi Lützen skifti miðskeiðis í síðsta kappingarárið til grannarnar Neistan fyri at fáa størri avbjóðingarnar. Hann gjørdist skjótt lyklaspælari í álopi og verju hjá teimum í bláum, men nú er hann aftur í grønum. Sterki 21-ára gamli bakspælarin/miðverjin gjørdi vart við seg í nøkrum dystum í U21 HM í Týsklandi og hevði eisini tilboð uttanfyri landoddarnar.![]()
Ovi (nr. 22) fegnast her saman við Tórði Guttesen. Stinni málverjin var skaddur størsta partin av síðsta kappingarárið, men hann er við at vera klárur at spæla hondbólt aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Rógvi Dal Christiansen er royndur og sterkur strikuspælari. Hann fyllur 30 ár í næstu viku og hevur spælt á A-landsliðnum. Síðstu tíðina hevur Rógvi umboða Roskilde Håndbold í næstbestu donsku deildini. Hann hevur verið í Danmark í lestrarørindum eisini men vendir nú aftur til føroyska høvuðsstaðin.
Høgni Klein Olsen hevur eisini verið burtur í eina tíð - síðani 2019. Skjóti vongurin spældi nógv ár á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, og nú verður hann aftur at síggja í grønum og svørtum. Høgni er eitt ár eldri enn Rógvi og er høgri vongur.![]()
Rógvi Dal Christiansen í skotroynd í grannauppgerð (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald