Hondbóltur

Kyndil og H71 vunnu fyrru hálvfinalurnar

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vóru leiktar í kvøld. Kyndil vann við fýra og H71 við níggju málum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-15 21:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu leiktar í dag. Dystirnir vóru ein endurtøka av dystunum í landskappingini sunnudagin, og vinnararnir vóru eisini teir somu.

Í Klaksvík var Kyndil á vitjan hjá Stjørnuni, og vann við fýra málum, 28-24. Støðan í hálvleikinum var 11-8 til Kyndil. Enn er tó einki avgjørt, tí leygardagin klokkan 17 verður seinna hálvfinalan millum liðini.

Hoyvíkskvinnur tóku ímóti Neistanum, og har var heimaliðið omaná allan vegin. Hóast neistakvinnur nærkaðust H71 í onkrum løtum endaði tað við stórsigri, 35-26. Støðan í steðginum var 17-14 til hoyvíkingar. Seinna hálvfinalan verður leygardagin klokkan 19.

Stjørnan - Kyndil 24-28 (8-11)
Toppskjúttar: Mina Sirdal Henriksen og Tóra Eliasen 6 mál (Stjørnan). Turið Arge Samuelsen 10 mál (Kyndil)

H71 - Neistin 35-26 (17-14)
Toppskjúttar: Maria H. Weyhe 13 mál (H71). Maria Pálsdóttir Nólsoy 13 mál (Neistin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder