Annað

Landsliðið í inniróðri skal kappast um HM

Róð verður í Prag fríggjadagin og leygardagin. Fimm føroyskar kvinnur - sum skulu luttaka í U23 og opnum bólki í 500 og 2000 metrum - eru á staðnum.

Sarita Kristina Hansen, Kristina Roest, Vár Guriardóttir Hansen og Zoe E. Dickson skulu rógva staffett fyri Føroyar. Sára Maria Johansen er í løtuni ein partur av einum bruttohópi til eitt áttaraprojekt hjá danska landsliðnum og luttekur eisini

Sarita Kristina Hansen, Kristina Roest, Vár Guriardóttir Hansen og Zoe E. Dickson skulu rógva staffett fyri Føroyar. Sára Maria Johansen er í løtuni ein partur av einum bruttohópi til eitt áttaraprojekt hjá danska landsliðnum og luttekur eisini

2024-02-21 15:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska landsliðið í inniróðri er nú í Prag, har kappast skal um heimsmeistaraheitið í inniróðri fríggjadagin 23.02 og leygardagin 24.02.

Við eru fimm kvinnur, sum skulu luttaka í U23 og opnum bólki í 500 og 2000 metrum, umframt í liðkapping fyri kvinnur og blanda lið.

Sarita Kristina Hansen luttekur í LW23-39. Sarita hevur luttikið í altjóða kappingum í inniróðri í fleiri ár, Sarita er m.a. fleirfaldur evropa- og heimsmeistari. Umframt at vera rógvari, hevur Sarita seinastu 2 árini eisini verið landsliðsvenjari hjá føroysku landsliðunum í inniróðri, bæði fyri juniorar og vaksin. Sarita er dagliga knýtt at KÍF-kappróður, har hon er venjari og róðurskvinna.

Kristina Roest luttekur í W23-39. Hetta er fyrstu ferð, at Kristina umboðar Føroyar uttanlands. Hon hevur tó luttikið í heimligu inniróður kappingunum á nøkur ár og hevur luttikið í føroyskum kappróðri í fleiri ár. Kristina er knýtt at FSR.

Sára Maria Johansen luttekur eisini í W23-39. Dagliga býr Sára Maria í Danmark, har hon er í lestarørindum. Sára Maria er knýtt at róðrarfelagnum KVIK og er í løtuni ein partur av einum bruttohópi til eitt áttaraprojekt hjá danska landsliðnum. 

Í umrøðu sínu á á heimasíðuni nevnir World Rowing júst Sáru Mariu Johansen, sum ein rógvari at halda serligt eyga við. Unga kvinnan úr Froðba eitt heimsmeistaraheitið í fjør

Vár Guriardóttir Hansen luttekur í W21-22. Vár hevur luttikið í altjóða inniróður kappingum í fleiri ár og hevur eisini verið sjónlig í heimligu kappingunum. Vár var í 2023 á danska landsliðnum í skullara.

Zoe E. Dickson skal luttaka í LW21-22. Zoe býr í Danmark, har hon er í lestrarørindum og er knýtt til róðrarfelagið DSR. Zoe luttók við góðum úrsliti í dupultskullara á danska ungdómslandsliðnum í 2023. Í løtuni er hon knýtt at einum OL-projekti í dupultskullara.

Símun Tórur Joen-Jacobsen luttekur gjøgnum alnótiuna fríggjadagin.

Føroysku rógvararnir kappast hesar tíðir (føroyskar tíðir)

Fríggjadagin verður róð 500 metrar og liðkapping.

Heatnr.Kl. BólkurNavn
11714.16M19-20Símun Tórur Joen-Jacobsen (luttekur virtuelt)
11814.23LW21-22Zoe E. Dickson
11914.30W21-22Vár Guriardóttur Hansen
12014.39LW23-39Sarita K. Hansen
12114.46W23-39Sára Maria Johansen
12114.46W23-39Kristina Roest
13017.28W TeamFaroese Vikings (Zoe, Sarita, Vár, Kristina)


Leygardagin kappast allar 2000 metrar og liðkapping.

Heatnr.Kl. BólkurNavn
22013.06W21-22Vár Guriardóttur Hansen
22013.06LW21-22Zoe E. Dickson
22514.48LW23-39Sarita K. Hansen
22815.28W23-39Sára Maria Johansen
22815.28W23-39Kristina Roest
22915.51Mix TeamMass Movers (Vár, Sára Maria + 2)
22915.51Mix TeamNorth Atlantic Racing Organisation (Sarita + 3)

Úrslit og myndir frá kappingini kunnu millum annað síggjast á innirodur.rsf.fo og á sossialu miðlunum hjá Róðrarsambandinum

Róðrarsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder