Í morgun fara landsliðini hjá Frælsi Ítrótti Føroya til VU-Spelen í Gøteborg, har kappast verður á Nya Ullevi alt vikuskiftið. Kappingarnar byrja fríggjamorgunin og enda sunnukvøldið. 24 íðkarar eru við í hópinum, harav tólv av teimum fimtan, sum skulu til Oyggjaleikirnar, íð byrja næsta vikuskifti.
VU-Spelen er ein stór kapping har tað í ár eru tilmeldaðir næstan 3.500 íðkarar í yvir 8.600 startum. Hetta er størsta kapping av hesum slagi í Norðanlondum. FÍF luttók fyrstu ferð í 2005 í hesi kapping. Hetta er ein góð kapping at luttaka í og eru nógv føroysk met, bólkamet og persónlig met sett í Gøteborg, skrivar FÍF á heimasíðuni.
Hesi luttaka í ár:
Úr Roysnið: Hennie Maria R. Samuelsen.
Úr Hvirluni: Edna Maria Debes, Tórur Mortensen, Guðrið K. Petersen, Dánjal D. Ljósheim, Lýdia Simonsen, Sunniva Bogadóttir, Elin Niclasen, Miso Buha og Børka B. Jørgensen.
Úr Bragdinum: Hans Erland Thomsen, Jónas Isaksen, Eiri J. Glerfoss, Andreas B. Antoft, Margit W. Frímundsdóttir, Elisabet H. Simonsen, Bára J. Glerfoss, Kristianna S. Joensen, Teresa F. Bláhamar og Alda S. Lamhauge.
Úr Treysti: Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen, Vibeka Sivertsen og Julian Gregersen.
Ferðaleiðarar og venjarar eru: Regin Thomsen, Jógvan Glerfoss, Debes Christiansen, Heri Ziska og Gunnvá Wardum.
Startlistar er at finna her: Startlistar VU-Spelen 2019
Tíðarætlan er at finna her: Tíðarætlan
Beinleiðis stroyming verður leygar- og sunnudagin á hesi leinkju: Stroyming VU-Spelen 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald