Fótbóltur

Landsliðsvenjari koyrdur - tvær vikur eftir HM-sigur

Hetta kunngerð spanska fótbóltssambandið í gjár eftir nógvan ruðuleika í felagnum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-09-06 18:41 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Jorge Vilda er liðugur sum landsliðsvenjari hjá spanska kvinnulandsliðnum, hóast hann fyri tveimum vikum síðani vann HM. 

Fyri tveimum vikum síðani, bleiv HM í kvinnufótbólti spælt í Avstralia. Spanska landsliðið fór fyri fyrstu ferð nakrantíð avstað við heitinum sum heimsmeistarar eftir ein 1-0 sigur á Englandi. 

Undir steypahandanini vísti formaðurin hjá spanska landsliðnum ósømiligan atburð, og mussaði ein av sínum leikarum á munnin - uttan samtykki. 

Hendingin í Australia hevur vakt stóran ans runt í heiminum, og spanska fótbóltssambandið hevur fingið nógvar neiligar atfinningar. Afturat hesum hevur FIFA opnað eina sak ímóti spanska formanninum, tí hann ikki hevur virðað ein tann mest grundleggjandi regulin hjá FIFA, sum er, at hvør einstaklingur hevur sjálvræðisrætt.

Eftir hendingina í Avstralia hevur tað verið nógvur ruðuleiki í spanska fótbóltssambandinum (RFEF), og so seint sum í gjár, bleiv tað kunngjørt, at landsliðsvenjarin, Jorge Vilda, er blivin koyrdur. 

[object Object](Mynd: EPA)

Sambært spanska fótbóltssambandinum, hevur tað leingi verið rok viðvíkjandi venjaranum. Leikarar hava verið ónøgdar við hann, grundað á óseriøsitet.

Eftir hendingina í Avstralia valdi venjarin at stuðla undir ósømiligu hendingini hjá formanninum, og tað setti hann í somikið ringt ljós, at hann ikki longur er venjari hjá spanska kvinnulandsliðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder