Týski triatleturin, Jan Frodeno, sum vann gull á olympisku leikunum í 2008, megnaði leygardagin at gjøgnumføra ein ironman í sóttarhaldinum heima hjá sær sjálvum.
Samstundis eydnaðist tað honum at savna saman meira enn 2.000 evrur til góðgerandi endamál.
Týskarin býr í katalanska býnum Girona. Í heiminum hevur hann ein serligan mótstreyms svimjihyl, og tað var í hesum hylinum, at hann svam teir fyrstu 3,86 kilometrarnar í jarnmanninum.
Síðan súkklaði hann 180 kilometrar á rullum og at enda ein fullan marathon, 42,2 kilometrar á rennibandi.
Bragdið tók honum átta tímar, 33 minuttir og 39 sekund.
- Hetta var ein øðrvísi uppgáva. Eg eri fegin um, at tað kundi lata seg gera, og at tað samstundis eydnaðist mær at savna inn pengar til góðgerandi endamál, segði Frodeno, sum tríggjar ferðir hevur vunnið heimsmeistaraheitið á ironman-teininum.
Seinastu fýra vikurnar hevur verið útigongubann har hann býr, og hetta er einasti møguleiki, hann hevur at venja sína ítróttagrein.
Øll hendingin var stroymd beinleiðis á netinum, og meðan Jan Frodeno stríddist við at leggja teir nógvu kilometrarnar aftur um seg, vóru fleiri onnur kend ítróttanøvn við í sendingini og góvu honum sín stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald