Tað er bert í Betrideildini hjá monnum, umfrat í Europa League, at leikt verður her á landi komandi dagarnar, og tríggir dystir eru á skránni.
Les meira: Verður bert leikt í Betrideildini hjá monnum komandi dagarnar
Upprunaliga skuldi fult umfar verða hesa dagfestingina, men KÍ - B36 varð útsettur fyri einari tíð síðani, tí liðini hava evropeiskar uppgávur í morgin, hósdagin 24.09.
Seinnapartin í gjár gjørdist greitt, at Víkingur-AB kortini ikki verður leiktur í morgin. Orsøkin er, at seks leikarar hjá AB, ið til dagliga ganga í Glasi, eru í sóttarhaldi.
Les eisini: Víkingur - AB útsettur
Betrideildin 21. umfar
16.30: TB - NSÍ
19.00: EB/Streymur - HB
Skála -ÍF
Støðan
1. HB 49 stig (19 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir)
3. NSÍ 41 stig (19 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5. Víkingur 38 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (19 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. TB 14 stig (20 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 2 stig (19 dystir)
9. mai settu NSÍ og TB og EB/Streymur og HB gongd í kappingarárið. Fyrsta málið í Betrideildini 2020 varð skotið í Runavík, har Aron Knudsen sló til fyri NSÍ, ið vann 3-1.
1-0 við Løkin og fyrsta málið í 2020 veruleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Í dag spæla júst NSÍ og TB í Trongisvági. Tað gjørdu tey eisini 12. juli, har Oddur Højgaard skoraði einsamalla málið. Liðið hjá Glenn Ståhl skal royna at fáa "hattrikk" í sigrum á aldursforsetanum. Um hetta eydnast nærkast NSÍ KÍ og HB og leggur meira trýst á B36. Leygarkvøldið kom ein tryggur sigur í hús móti EB/Streymi, og NSÍ hevur skorað fýra mál í báðum sínum dystum eftir landsliðssteðgin.
Klæmint Andrasson Olsen hevur skorað átta mál í sínu seinastu seks dystum fyri lið og land (Mynd: Sverri Egholm)
Í TB-leguni var lagið gott leygardagin, tá KÍ varð sent heim við bert einum stigi. Tað endaði málleyst við Stóra, og harvið gjørdist TB fyrsta liðið í niðaru hálvu av stigatalvuni, sum tók stig frá liði í topp-fýra. Í dag skal liðið hjá Micheal Winther royna at fáa eitt líknandi úrslit. Sjey stig eru upp til AB, og sum gongdin er nú, kemur TB neyvan av álvara í niðurflytingarvanda.
Aron Sofus Vest dømir dystin, ið kann síggjast á Rás 2 hjá Televarpinum fyri 39 krónur. Vit dagføra dystin á forsíðu okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald