Fótbóltur

Leikararnir fegnast um ovara vøll

Í dag var lítil samkoma, har Heðin Mortensen vegna Tórshavnar kommunu handaði vøllin.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-11 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fótbóltsfeløgini hava nú roynt vøllin, og eru tey sera vælnøgd. Í dag var lítil samkoma, har borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, vegna kommununa handaði vøllin.

Borgarstjórin helt stutta røðu, har hann takkaði HB og B36 fyri tolni – feløgini hava alla hesa longu tíð klárað seg við hinum vallunum í kommmununi, Hoyvíksvøllinum, Vøllinum í Vika og Eysturvøllinum, og tey hava vant á niðara vølli og vant og leikað á Tórsvølli.

- Sóttarhaldsreglurnar forpurraðu tykkum ta stórhending at hava Champions League-dystirnar her. Tað er sjálvandi ótrúliga spell. Men nú eru vit so komin hertil – nú gera vit Tórsvøll og so niðara vøll. Allir altjóða dystir kunnu spælast her og landsdystirnir á Tórsvølli.

- Fótbóltssamband Føroya hevur framt eftirlitssýn av nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali til tess at staðfesta, um vøllurin lýkur ásettu treytirnar í Vallarreglugerð FSF´s viðvíkjandi mátum. Eisini skuldi staðfestast, um vøllurin annars lýkur FIFA ásett krøv til mát í Fótbóltslógini. Eftirlitssýnið varð framt 1. juni 2021 og í niðurstøðuni verður sagt, at Ovari vøllur í Gundadali er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti, segði borgarstjórin.

– Men tað, sum tað heila snýr seg um er, at feløgini eru nøgd við vøllin. At vøllurin svarar tykkara krøvum og at tit eru nøgd og fegnast um at venja og spæla her, segði hann.

Verkløg í Gundadali og betri umstøður til fótbóltin steðgar tó ikki her, segði Heðin Mortensen, tí í hesi løtu er arbeiði eisini í gongd at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið á Tórsvølli - og tað arbeiðið er liðugt miðskeiðis í juli.

Øll røðan hjá Heðin Mortensen kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder