Fótbóltur

Leivur er liðugur í HB

Partarnir eru komnir ásamt at steðga samstarvinum, skrivar HB. Leivur Guttesen hevur spælt 60 dystir fyri besta lið barndómsfelagsins - nú stendur honum frítt at finna sær annað felag..

Leivur Fossdal Guttesen fekk eitt slag av gjøgnumbrot í fjør - millum annað avgjørdi vongurin ein dyst móti B36 við vøkrum máli. Í ár hevur hann ikki spælt serliga nógv (Mynd: Sverri Egholm)

Leivur Fossdal Guttesen fekk eitt slag av gjøgnumbrot í fjør - millum annað avgjørdi vongurin ein dyst móti B36 við vøkrum máli. Í ár hevur hann ikki spælt serliga nógv (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-01 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fekk eitt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í fjør.

Í ár hevur tað ikki verið talan um so nógvar minuttir, og nú er samstarvið millum Leiv Fossdal Guttesen og HB liðugt.

Partarnir longdu annars sáttmálan í vetur. 

Leivur byrjaði eisini inni so seint sum í Sørvági 22. juni, har 23-ára gamli vongurin skoraði sítt 4. betrideildarmál. Leivur Guttesen spældi so als ikki móti TB leygardagin, og nú, tríggjar dagar seinni, er samstarvið av.

HB og Leivur Fossdal Guttesen eru komin ásamt um at steðga samstarvinum.
Sáttmálin er uppsagdur, skrivar felagið.

Flytingarvindeygað í Føroyum er opið tvær vikur afturat, og Leivur hevur nú frítt at finna sær annað felag.

Hann er skrásettur fyri 60 dystir í fremstu røð/ í steypakking/í Evropa. Teir allarflestu hava verið fyri HB, men Leivur Guttesen umboðaði eisini AB í seinnu hálvu í 2020.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder