Annað

Levi Hanusarson sligið heimsmet í RaceRunning

Í World Para Athletics Junior Championships í Sveis rann hann í morgun 100m við tíðini 30,21, og sostatt hevur hann sligið gamla heimsmetið á 31,21.

Levi Hanusarson (Mynd: Racerunning Føroyar)

Levi Hanusarson (Mynd: Racerunning Føroyar)

2019-08-03 21:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

13 ára gamli Levi Hanusarson umboðaði í dag Føroyar í 100m RaceRunning í World Para Athletics Junior Championships.

Kappingin var í Notwill í Sveis, og er hetta fyrstu ferð, at RaceRunning er umboðað her. Eisini er Levi Hanusarson fyrsti føroyingurin, sum luttekur í hesari kappingini.

Hendan kappingin er undir IPC (International Parolympic Committee), og RaceRunning var við sum ein av kappingunum, sum er ein sonevnd non-medal kapping, og tað vil siga, at Levi einki heiðursmerki fekk.

Tað skrivar Racerunning Føroyar á Facebook.

Levi rann við tíðini 30,21, og sostatt hevur hann sligið heimsmetið á 31,21. Ógreitt er tó, um metið verður officielt góðkent, men Levi er væl nøgdur, skrivar Racerunning Føroyar.

Teir vórði tríggir, ið luttóku. Levi (RR1 og U17), og ein svii og ein brasilianari (báðir RR2 og U20).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder