Annað

Lewis Hamilton er heimsmeistari fyri fimtu ferð

33 ára gamli bretin vann sítt fimta heimsmeistaraheiti í Formel 1 í gjár.

Lewis Hamilton (Mynd: EPA)

Lewis Hamilton (Mynd: EPA)

2018-10-29 13:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lewis Hamilton er enn eina ferð heimsmeistari í Formel 1. Hamilton gjørdist nummar fýra í koyringini í Meksiko í gjár, og kundi gleðast um sítt fimta heimsmeistaraheiti.

Á Autódromo Hermanos Rodríguez bananum kundi Lewis Hamilton tær síðstu rundirnar hugsavna sum um at koma í mál uttan motortrupulleikar, tí at hetta var nokk til at tryggja sær heimsmeistaraheitið.

Max Verstappen (Red Bull), Sebastian Vettel (Ferrari) og Kimi Räikkönen (Ferrari) endaðu frammanfyri Hamilton (Mercedes) í koyringini í gjár.

Hamilton er einans triði Formel 1 koyrarin, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið 5 ferðir. Argentinski Juan Manuel Fangio vann Formel 1 fimm ferðir í tíðarskeiðinum 1951-1957, meðan enn er eitt sindur upp til týska Michael Schumacher, sum gjørdist heimsmeistari 7 ferðir.

Hamilton gjørdist fyrstu ferð heimsmeistari í 2008. Síðani vann hann í 2014, 2015 og 2017, og so aftur í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder