FM í dart var leygardagin hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyriskipararnir høvdu lagt nógv fyri, til tess at skapa góðar karmar um tiltakið, samstundis sum Rás 1 hjá Televarpinum sendi frá avgerðandi dystunum um kvøldið, har hópin av áskoðarum eisini vóru møttir í Mentanarhúsinum. Dystir vóru á skránni frá kl 11 fyrrapartin og síðsti pílurin var ikki kastaður, fyrr enn klokkan nærkaðist 23.
Liðkappingin
Fyrstu føroyameistararnir vóru funnir í liðkappingini. D16 av Toftum og Havnar Dartfelag høvdu leikt seg í finaluna. Í hálvfinaluni fyrr í mánaðinum hevði D16 vunnið 9-3 móti Argja Dartfelag, meðan Havnar Dartfelag vann 9-8 móti Vága Dartfelag.
Í finaluni leygardagin legði D16 best fyri og koma á odda bæði 2-0 og 4-2. Men síðan vendi dysturin á høvdið. Havnar Dartfelag vann 4 sett í trekk, og eftir hetta skiftust liðini um at vinna settini, so Havnar Dartfelag at enda vann finaluna 9-6 og endurvann harvið føroyameistaraheitið fyri lið.
Tvímansleikur
Kappingin í tvímansleiki var skipað sum Final 4. Tað vil siga, at 4 tey bestu pørini gjøgnum kappingarárið hittust í hálvfinalum. Merkisvert var, at 3 av teimum 4 pørunum vóru tey somu, sum komu í hálvfinalurnar í 2018.
Í fyrru hálvfinaluni spældu Jan McIntosh & Uni Árting (HDF) móti Hans Eivind Olsen & Hera Kallsoy (Team Sandoy). Jan og Uni vóru greiðir favorittar og komu eisini fram um bæði 2-0 og 3-1. Men Hans Eivind og Heri góvu ikki upp og vunnu seg frammum 4-3, áðrenn Jan og Uni javnaðu til 4-4. Fyri at finna vinnaran mátti níggjunda og avgerðandi settið til. Og har vísti serliga Heri stórspæl so Heri og Hans Eivind vunnu 5-4.
Í seinnu hálvfinaluni spældu Remy Gaardlykke & Petur Thomsen (D16) móti Jan Erik Fjallstein & Bergur Kluftá (VDF). Remy og Petur vóru greiðir favorittar, men Jan Erik og Bergur løgdu hart út og løgdu seg á odda 3-1. Remy og Petur stríddu seg tó upp á 3-3. Síðan bleiv støðan 4-4, so aftur her mátti níggjunda og avgerðandi settið til fyri at finna ein vinnara. Remy og Petur vóru yvir 200 stig frammanfyri í settinum og høvdu 8 pílar eftir double, men teir megnaðu ikki at lukka og so fóru Jan Erik og Bergur avstað við settinum og vunnu dystin 5-4.
Finalan gjørdist sostatt ein dystur millum Jan Erik og Bergur móti Hans Eivind og Hera. Hans Eivind og Heri vunnu fyrstu 2 settini, síðan komu Jan Erik og Bergur uppá 2-2. Hesi fyrstu 4 settini vóru tíðuliga merkt av nervum. Síðan komu 3 góð sett og so vóru Jan Erik og Bergur á odda 4-3. Teir burdu eisini lagt seg á odda 5-3, men misbrúktu 9 pílar eftir double og so kom Heri og javnaði til 4-4, beinanvegin hann fekk møguleikan. Eftir 2 góð sett aftrat var støðan 5-5. Hans Eivind og Heri spældu eisini væl í síðsta og avgerðandi settinum, og enn einaferð var tað Heri sum lukkaði, beinanvegin hann fekk møguleikan. Sostatt gjørdust Heri Kallsoy og Hans Eivind Olsen føroyameistarar í tvímansleiki.
Einmansleikur kvinnur
Í einmansleiki hjá kvinnum, høvdu 8 tær bestu tryggjað sær atgongd til FM-endaspælið.
Lýdia á Smið hevur alt kappingarárið skarað framúr og tey flestu roknaðu við, at hon fór at vinna FM.
Í bólkaspælinum vann Lýdia eisini allar dystirnar, meðan Birthe Sikivat, sum var styrkismett sum nr. 2, tapti ein dyst og enda tí í somu hálvu sum Lýdia í cup-dystunum. Bæði Lýdia og Birthe høvdu tættar fjórðingsfinalur, men báðar megnaðu at vinna 3-2. Lýdia og Birthe hittust so í hálvfinaluni. Her var Birthe – kanska nakað óvæntað – tann sterkara og Birthe vann dystin 4-2. Í hinari hálvfinaluni hittust føroyameistarin frá 2017 Maibrit Hvíthamar og Annika Joensen, sum higartil hevði vunnið allar sínar dystir. Hetta bleiv ein tættur dystur, sum kundi farið báðar vegir, men Annika endaði við at vinna 4-3.
Finalan var tí ein dystur millum Birthe Sikivat og Anniku Joensen. Í fyrsta settið vóru tær øgiliga javnar. Báðar misbrúktu nógvar pílar eftir double, áðrenn Birthe so lukkaði. Birhte gjørdi síðan skjótt av í næsta setti, lukkaði við fyrsta píli og legði seg á odda 2-0. Síðan lukkaðu tær hvør sítt sett rættuliga skjótt, og so var støðan 3-1. Birthe burdi tikið 5 sett, men misbrúkti 9 pílar eftir double og so kom Annika og minkaði um munin, tá hon settið fyrsta píl í double 20. Men Birthe kom aftur. Hon førdi settið allan vegin og lukkaði, áðrenn Annika kom niður á ein double. Birthe vann finaluna 4-2 og gjørdist harvið føroyameistari.
(Birthe Sikivat, Annika Joensen, og Maibrit Hvíthamar)
Einmansleikur menn
Í einmansleiki hjá monnum, høvdu 32 teir bestu tryggjað sær atgongd til FM-endaspælið.
Longu í bólkaspælinum snávaðu fleiri av hægst styrkismettu spælarunum. Hvørki Petur Thomsen ella Heri Kallsoy megnaðu at vinna sín bólk og hægst styrkismetti spælarin, Uni Árting, endaði á triðja plássi í sínum bólki.
Hetta hevði millum annað við sær, at Uni rendi seg í føroyameistarin frá 2017, Jón Johansen, longu í 1/16 finaluni. Ein sera tættur dystur, sum Uni tó vann 4-3.
Í 1/8 finalunum taptu tveir av styrkismettu spælarunum, Niels Thomsen og Allan við Rætt, meðan Jørgen Meitilberg helt fram við góða spælinum frá bólkaspælinum og vann enn ein dyst 4-0.
Í fjórðingsfinaluni var krútið hjá Jørgen Meitilberg tó uppi og hann tapti 4-1 móti Jan McIntosh. Petur Thomsen vísti eisini styrki í fjórðingsfinaluni og vann ein greiðan 4-1 sigur á Una Árting. Verandi føroyameistarin Remy Gaardlykke hevði ongar trupulleikar móti Esmari Mikkelsen og vann 4-0. Mest spennandi fjórðingsfinalan var millum Jan Erik Fjallstein og Hera Kallsoy. Jan Erik førdi 3-2 og hevði 6 pílar til at avgera dystin, men hann misnýtti og so fór Heri avstað við settinum og vann eisini dystin 4-3.
Allir fýra menninir í hálvfinalunum vóru spælarar úr topp 8, so hetta burdi borgað fyri góðum og jøvnum dystum.
Í fyrru hálvfinaluni hittust Heri Kallsoy og Petur Thomsen. Petur legði seg á odda 4-0 við 4 miðalgóðum settum, har Heri burdi tikið tað eina settið. Í 5. setti hevði Petur 3 pílar til at vinna dystin, men hann misnýtti og Heri lukkaði í staðin. Heri vann eisini 6. settið við 18 pílum og so var støðan 4-2. Í 7. setti var Petur tann betri og hesaferð lukkaði hann við fyrsta píli og vann sostatt hálvfinaluna 5-2.
Seinna hálvfinalan var millum Jan McIntosh og Remy Gaardlykke, ein endurtøka av finaluni í 2018. Remy spældi betur fyrstu trý settini, lukkaði eisini væl og legði seg á odda 3-0. Jan raknaði nú við og kom uppá 4-3, hóast Remy burdi tikið 6. settið og vunnið 5-1. Men í 8. setti var eingin ivi, Remy kom fyrr niður, lukkaði beinanvegin og vann harvið dystin 5-3.
Finalan var sostatt millum tveir spælarar úr D16 av Toftum, Petur Thomsen og Remy Gaardlykke.. Teir vóru styrkismettir ávíkavist nr. 2 og nr. 3, so alt talaði fyri eini góðari finalu. Fyrstu 2 settini vóru jøvn, men Petur lukkaði betur og kom á odda 2-0. Men so vendi dysturin. Remy vann 5 sett á rað, har hann eisini var klárt tann betri spælarin. Finalan var best av 11 settum, so Remy skuldi nú bara vinna eitt sett aftrat, so endurvann hann føroyameistaraheitið. Men Petur vildi tað øðrvísi. Við trimum góðum settum, har hann lukkaði øll við fyrsta píli, kom Petur upp á 5-5, og so skuldi alt avgerast í 11. og seinasta settinum. Teir fylgdust allan vegin niður. Petur var nær við at lukka 138 og Remy nær við at lukka 103. Nú stóðu báðir á 12 og Petur var tann fyrri at sleppa framat. Hóast hann var týðuliga merktur av nervum, so skuldi Petur bara brúka 2 pílar, so hevði hann rakt double 6 og var føroyamestari eftir eitt ordans come-back.
(Jan McIntosh, Remy Gaardlykke, Petur Thomsen og Heri Kallsoy.)
- Dartsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald