Í gjár vórðu fýra finalur leiktar í Stórhøllini á Hálsi. Tað vóru ymiskir trupulleikar við gólvinum, men annars var dagurin væleydnaður.
Les eisini: Spælarar vaska gólv
Helst hevur væta sníkt seg undir lýsingarnar
Gólvið órógvar aftur
Tað var Neistin, ið var stóri vinnarin. Mennirnir bastu grannunum við málið í seinasta sekundi. Kvinnurnar hjá Kyndli høvdu áðrenn vunnið á VÍF eftir frálíkt avrik.
Í gjárkvøldið skuldu tey elstu í ungdómsdeildini í eldin. Har vann Neistin fyrst enn eina grannauppgerð, og eftir tað vóru nakrir av teimum somu leikarum, ið vóru við til at vinna gull við monnunum, týdningarmiklir í trygga sigrinum á StÍF. Harvið vunnu tey í bláum í Havn allar tríggar finalurnar, har felagið var umboða í gjár.
Kvinnur: Kyndil - VÍF 31-24 (17-9)
Dagsins leikari: Súna K. Hansen (Kyndil)
Málskjúttarnir
Menn:Kyndil - Neistin 22-23 (8-9)
Dagsins leikari: Tórður Guttesen (Kyndil)
Málskjúttarnir
Gentur 18: Neistin – Kyndil 24-18 (14-10)
Dagsins leikari: Rúna Larsen - málverji hjá Neistanum
Dreingir 18: Neistin - StÍF 34-26 (14-10)
Dagsins leikari: Julian J. Kragesteen - bakspælari hjá Neistanum
Í dag eru finalurnar í yngru deildirnar. H71 er í øllum finalunum uttan einari, og Neistin kann vinna trý steypagull afturat.
Sunnudagur 24. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – H71
Kl. 13.30 D10: Neistin – H71
Kl. 14.10 G12: VÍF – Kyndil
Kl. 15.00 D12: H71 – Kyndil
Kl. 15.50 G14: H71 – Neistin
Kl. 16.50 D14: VÍF – H71
Kl. 17.50 G16: H71 – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 – StÍF
Hondbóltssambandið stroymir Faxe Kondi ungdómsfinalurnar á sínari Youtube-rás
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald