Annað

Leynavatnstevnan 50 ár

Leingi var ivamál um kappast bleiv í ár, men nú er avgjørt at kappingin verður komandi leygardag klokkan 15.

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2020-07-01 13:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árið 1970 var ein varði í søguni hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta árið skipaði felagið á fyrsta sinni fyri kappríðing við Leynavatn og um heystið var nýggja breytin við Marknagil í Havn tikin í nýtslu. Síðani tá, hevur tað so verið kappast á hvørjum árið á hesum báðum breytum.

Leingi var ivamál um kappast bleiv í ár, men nú er avgjørt at kappingin verður komandi leygardag klokkan 15.

Breytin við Leynavatn er tó ikki nøkur vanlig kappríðingarbreyt, dystast verður á sandinum og hann broytist frá ár til ár og eisini frá dag til degi. Tí er sera umráðandi hjá reiðfólki at finna sær røttu leiðina heim eftir breytini. Er tú óv langt niðri, er tungt í váta sandinum og  er tú ov langt uppi, kann grúsið vera tungt at koma gjøggnum, samstundis er eisini bogi á breytini, so longri niðan tú kemur, longri er á mál. 

Reiðfólkum hava tó altíð dámt væl at ríða kapp við Leynavatn og er hetta ofta tann kappingin, har flest ross luttaka. Vanligt er eisini at nógv fólk hyggja at kappingini við Leynavatn. Fyrr vóru tað fleiri túsind fólk og hugdu, men aftaná at sjónvarpið og teldurnar komu, so er talið minkað, men enn eru nógv sum hava sum fastan sið, at leita sær á Leynavatn, tá kappríðing er. 

Reiðfólkini ríða sum vant úr Havnardali og norður á Leynavatn kvøldið fyri kappingina, tað verður so tjalda við Leynavatn. Aftaná kappríðingina leygardag, er so bál har grill og felagssangur er á skránni. Nevndin í Føroya Ríðingarfelag sigur at í samband við 50 ára haldið, hava tey fingið Sámal Ravnsfjall og Signar í Homrum at spæla meðan bálið er.

Føroya Ríðingarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder