Tað sá ikki serliga spennandi út áðrenn seinastu 2 umførini í FM fyri lið í Bridgekappingini, sum vóru spæld leygardagin 30. marts. Støðan í oddinum var hendan, at liðið hjá Boga Simonsen hevði 185,56, liðið hjá Allan Dal-Christianen 169,15 og liðið hjá Dia Jacobsen 168,70
Tó var tað soleiðis at liðið hjá Boga Simonsen enn hevði eftir at spæla móti liðunum, sum lógu nr. 2 og 3, so spenningur kundi standast, um so var, at liðið hjá Dia Jacobsen, sum skuldi spæla næstseinasta dystin móti Boga Simonsen kundi vinna dystin stórt.
Dystirnir í næstseinasta dystinum vóru hesir: Danny Danielsen-Jákup Sørensen 10-10, Bogi Simonsen-Dia Jacobsen 2,10-17.90 og Óli Holm-Allan Dal-Christiansen 3,20-16,80.
Áðrenn seinasa umfar var støðan nú sera jøvn í oddinum: Bogi Simonsen 187,87, Dia Jacobsen 186,60 og Allan Dal-Christiansen 185,95.
Nú høvdu helst tey flestu vænta, at liðið hjá Dia Jacobsen fór at vinna. Hetta tí, at tað helst fór at vera rímiliga javnt millum Boga Simonsen og Allan Dal-Christiansen og um liðið hjá Dia Jacobsen kláraði at vinna sín síðsta dyst móti Danny Danielsen stórt, so vóru teir føroyameistarar. Men teir á liðinum hjá Allan Dal-Christiansen vildu tað øðrvísi.
Seinastu dystirnir endaðu soleiðis: Allan Dal-Christiansen-Bogi Simonsen 18,12-1,88, Dia Jaoobsen-Danny Danielsen 13,81-6,19 og Jákup Sørensen-Finn Ougaard 12,98-7,02.
Hetta gav endaligu støðuna:
Allan Dal-Christiansen 204,07
Dia Jacobsen 200,41
Bogi Simonsen 189,75
Óli Holm 123,69
Finn Ougaard 119,88
Danny Danielsen 118,00
Jákup Sørensen 66,20
Sostatt gjørdisi liðið hjá Allani føroyameistari fyri lið í ár.
Leggjast skal eisini til merkis, at nýggja liðið hjá Jákupi Sørensen spældi javnt annan dystin og vann hin dystin í dag. Tað má sigast at vera flott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald