Annað

Liðið hjá Balla Mohr heldur fast um oddasessin

Trý umfør í FM-kappingini i bridge fyri lið vórðu spæld um vikuskiftið.

2021-02-02 08:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin vórðu sjeynda, áttanda og níggjunda av FM kappingini fyri lið í bridge leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.

Hetta kappingarárið eru átta lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis, at øll spæla tveir dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør og tann sum tá er fremstur verður føroyameistari.

Úrslitini hetta vikuskiftið vóru hesi:

Umfar 7:
Jassarnir – Oddmar Danielsen 1,37-18,63
Salomon Johansen – Suðuroyar Bridgefelag 14,58-5,42
Bogi Simonsen – Danny Danielsen 17,19-2,81
Allan Dal-Christiansen – Dánjal Pauli Mohr 8,41-11,59

Umfar 8:
Oddmar Danielsen – Dánjal Pauli Mohr 7,70-12,30
Allan Dal-Christiansen – Danny Danielsen 19,00-1,00
Bogi Simonsen – Suðuroyar Bridgefelag 15,45-4,55
Salomon Johansen – Jassarnir 5,61-14,39

Umfar 9:
Salomon Johansen – Oddmar Danielsen 5,80-14,20
Jassarnir – Bogi Simonsen 3,62-16,38
Suðuroyar Bridgefelag – Allan Dal-Christiansen 0,28-19,72
Danny Danielsen – Dánjal Pauli Mohr 0,83-19,17

Støðan eftir fyrstu 9 umførini er hendan:
1. Dánjal Pauli Mohr 152,68 stig
2. Allan Dal-Christiansen 136,44 stig
3. Bogi Simonsen 132,06 stig
4. Oddmar Danielsen 77,64 stig
5. Salomon Johansen 73,27 stig
6. Danny Danielsen 62,39 stig
7. Suðuroyar Bridgefelag 49,07 stig
8. Jassarnir 36,45 stig

Komandi tvey umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Suðurðy leygardagin 20. februar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder