Annan dystin á rað vann AIK 1-0 á útivølli og fjórða dystin á rað fór liðið hjá Mikkjali Thomassen av vøllinum uttan at lata mál inn.
Føroyski venjarin hevur veruliga fingið gongd á svenska høvuðsstaðarfelagið, sum við sigrinum í gjár hevur fingið 22 av teimum seinastu møguligu 24 stigunum í bestu svensku deildini: Vunnið sjey av teimum seinastu átta, umframt spælt javnt móti oddaliðnum Malmö.
Tað er eyðsæð, at teir í Stokkhólmi hugsavna seg mest um verjupartin. AIK skorar ikki nógv mál men nóg mikið til at vinna dystir. Í Uppsala í gjár skoraði danin Benjamin Tiedemann eftir hornaspark.
IK Sirius hevði bóltin væl meira, men verjan ella vælsspælandi Kristoffer Nordfeldt vóru fyri, tá neyðugt var.
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast HER (Youtube)
Úrslitið hevur við sær, at AIK nú er á evropeiskum plássi. Liðið hjá Mikkjali Thomassen liggur nummar trý - Hammarby kann yvirhála við sigri á Häcken í kvøld.
4. plássi kann vera nóg mikið at fáa Conference League-pláss, um steypavinnarin eisini er eitt topp-fýra lið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald