Annað

Liðið vann og Torkil endaði aftast

- At eg endaði aftast merkir, at eg havi givið alt, eg átti, sigur føroyski súkklarin.

2019-04-14 22:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Torkil Veyhe endaði aftast av øllum teimum, sum gjørgnumførdu fronsku súkklukappingina Circuit des Ardennes um vikuskiftið, so gjørdist kappingin væl eynað fyri lið hansara, Team Riwal Readynez.

Liðfelagin hjá Torkili, Alexander Kamp, vann kappingina.

- Vit fóru ’all inn’ fyri Kamp, og tað eydnaðist. Vit stýrdu kappingini, høvdu tamarhald á hvør slapp avstað, høvdu nógvar acceleratiónir og nógvar túrar fram í vindin fyriat geva lívd, greiðir Torkil Veyhe frá.

Í dag vóru tvær kappingar. Fyrst ein kapping á 60 kilometrar, har Alexander Kamp gjørdist nummar fýra og varðveitti gulu føraratroyggjuna.

Seinnapartin var so ein kapping á 106 kilometrar, og eisini her helt Alexander Kamp seg frammi, gjørdist nummar seks, og tað var nóg mikið til at kunna kjósast sum samlaður vinnari.

- Tá 20 kilometrar vóru eftir av kappingini í dag, var uppi hjá mær. So eg royndi bara at koma ígjøgnum. Ja, eg endaði á aftasta plássi, men tað má síggjast sum tekn um, at eg havi koyrt við øllum, sum eg átti, sigur Torkil Veyhe í kvøld.

Á seinasta teininum gjørdist Torkil Veyhe nummar 104 og seinastur av teimum, sum gjøgnumførdu, góðar 12 minuttir eftir fyrsta mann. Tað vóru rættiliga nógvir, sum góvust.

Samlað endaði Torkil eisini nummar 104 og seinast, 35 minuttir og 52 sekund eftir Alexander Kamp.

[object Object]
Alexander Kamp vann Circuit des Ardennes í dag

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder