Um vikuskiftið verður liðkapping í amboðsfimleiki í Fimi í Havn.
Tilsamans 53 íðkarar úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum, og Fimleikafelagnum Støkk eru meldaðir til kappingina leygardagin.
Byrjað verður klokkan 10 við kappingini fyri kvinnur, kvinnuunglingar og menn, og klokkan 13 verður kappingin fyri U11 og U14 hjá gentum, smádreingjum og dreingjum.
Amboðini, sum kappast vera í á kvinnusíðuni, eru lop, forskotin barr, biti og gólv. Hjá mannfólkunum eru tað gólv, ringar, lop, paralell barr, reck og beinsveiggj.
Vegna umstøðurnar við korona sleppa íðkararnir at hava ein áskoðara inn við hvør. Annars er kappingin uttan áskoðarar.
Kappingin verður stroymd umvegis Facebooksíðuna hjá Føroya Fimleikasamband.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald