Leygardagin varð síðsta umfarið í liðkappingini í dart spælt í Klaksvík leygardagin.
Havnar Dartfelag 1 hevði undan síðsta umfari nærum tryggjað sær FM-heitið, meðan spenningur framvegis var um hini heiðursmerkjaplássini.
Vága Dartfelag vann sannførandi dystin móti Argja Dartfelag og tryggjaði sær silvur. Hetta hevði við sær, at dysturin millum Pílar & Skot og D9 var ein beinleiðis uppgerð um bronsuna. Pílar & Skot kom á odda 2-0, men so vendi dysturin og D9 vann trygt 9-3 og fekk harvið bronsu.
Úrslitini í síðsta umfari vóru hesi:
Pílar & Skot - Klaksvíkar Dartfelag 9-3
Argja Dartfelag - Vága Dartfelag 0-9
Pílar & Skot - D9 3-9
Argja Dartfelag - Klaksvíkar Dartfelag 8-8
Havnar Dartfelag 1 - Havnar Dartfelag 2 9-2
Endaliga støðan í liðkappingini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald