Annað

Liðkapping í dart: Síðsta umfar verður spælt í dag

Havnar Dartfelag hevur nærum tryggjað sær Føroyameistaraheitið.

2020-03-07 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðsta umfar í liðkappingini í dart verður spælt í Klaksvík fyrrapartin.

Havnar Dartfelag hevur nærum tryggjað sær føroyameistaraheitið. Stórur spenningur er hinvegin um, hvør fer avstað við silvur- og bronsu-heiðursmerkjunum.

Vága Dartfelag, D9, Argja Dartfelag, Pílar&Skot og Klaksvíkar Dartfelag kunnu øll enda á heiðursmerkjaplássi.

Øll liðini spæla í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag, og fyrstu dystirnir byrja klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder