2020-12-17 20:28
Jan Ólavsson Ellingsgaard, sum seinastu umførini farna kappingarári var uttanfyri hópin hjá ÍF, hevur nú skrivað undir tvey ára sáttmála við fuglfirðingar.
Hesum boðar ÍF frá í kvøld.
30 ára gamli fuglfirðingurin hevur spælt við ÍF nærum øll árini, hann hevur verið virkin í fótbólti burtursæð frá 2017, tá hann gjørdi eitt legg til Runavíkar at spæla við NSÍ.
Sum skilst var tað ein illstøða millum Jan Ólavsson Ellingsgaard, sum var liðskipara og liðfelagan Filip Djordjevic, sum var íkomin, tá teir báðir fóru av liðnum.
ÍF endaði á einum sætta plássi hetta kappingarárið og skavaði sær 26 stig saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald