Fótbóltur

Liðugt við Djúpumýru: KÍ vann 2-0 á FC Differdange

Árni Frederiksberg tryggjaði KÍ sigurin við Djúpumýru í dag. KÍ fer til Luksemburg við 2-0 leiðslu.

Árni og liðfelagarnir fegnast um leiðsluna. (Mynd: Sverri Egholm)

Árni og liðfelagarnir fegnast um leiðsluna. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-10 21:11 Author image
Áron Vest
placeholder

Tað var við einmansavrikið, at Árni sníkti seg framvið tveimum mótleikarum og skoraði við skoti úr 20 metrum, til 1-0 til heimaliðið. Ein góðan hálvan tíma aftaná var aftur boð eftir Árna. Hann vann KÍ eitt brotsspark í tí at hann varð feldur, og VAR-rúmið staðfesti brotssparksdømingina.

Í seinna hálvleiki trýsti Differdange nógv meir, men álopsspælið gjørdist ikki nóg vandamikið. Í síðsta minutti í vanligu leiktíðini fingu FC Differdange helst dagsins málmøguleika, men ein ísakaldur Børge Petersen bjargaði á málstrikuni við høvdinum. 

Tað hevur ikki áður verið so nógv VAR virksemi við Djúpumýru, men hetta ávirkaði ikki úrslitið meir enn so, tí endaliga úrslitið gjørdist 2-0 til KÍ.

KÍ (3-4-3/5-4-1): Mark Jensen - Alexanander Berntsson, Cedric Yambere, Børge Petersen - Claes Phillip Kronberg, Deni Pavlovic, Albert Ejupi, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Micheal Williams.

Hesir komu inn fyri KÍ: 55' Dan í Soylu (fyri Deni Pavlovic), 69' Pætur Petersen (fyri Joseph Williams), 83' René Shaki Joensen (fyri Albert Ejupi) og 83' Odmar Færø (fyri Cédric Yambéré).

UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í dag, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 2-0 (2-0)
12' Árni Frederiksberg 1-0
45'+1' Árni Frederiksberg, br. 2-0

Returdysturin millum KÍ og FC Differdange verður spældur í Luksemburg um eina viku, á Stade Municipal de la Villa de Differdange. Portalurin kemur við enn meir tilfari seinni, har vit gera samrøður og koma við myndum frá dagsins dysti. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder