Ein gøtumaður gjørdi av álvara hol í sjógvin í Danish Open hetta vikuskifti.
Heimasíðan svimjing.com hevur gjørt eitt yvirlit tíðliga í kvøld. Talan er millum annað um tvey gullheiðursmerki og tvey silvurheiðursmerki, umframt nógv nýggj met - juniormet og eitt føroyskt met sum heild.
- 8:09.08 og føroyskt juniormet í 800 frí – 789 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
- 1:49.83 og føroyskt juniormet í 200 frí – 801 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
- 1:49.31 og føroyskt juniormet í 200 frí – 812 AQUA-stig og gullheiðursmerki
- 51.68 og føroyskt met og juniormet í 100 frí – 745 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
- 15:52.27 í 1500 frí – 765 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
- 3:54.62 og føroyskt juniormet í 400 frí – 825 AQUA-stig og gullheiðursmerki
- Líggjas endaði sostatt við at vinna 2 gullheiðursmerki og 2 silvurheiðursmerki á hesi stevnu, umframt at seta 1 føroyskt met og 5 føroysk juniormet. Hetta omaná at í síðstu viku hava sett føroysk juniormet eisini 2 ferðir í 400 frí.
Líggjas Joensen setti eitt frálíkt punktum seinnapartin við at vinna rímiliga greitt á 400 metra-teininum - og hetta var eisini besta avrik hansara á stevnuni.
Tíðin var 3:54.62 , sum er nærum eitt sekund betri enn metið áðrenn. Hetta átti Líggjas sjálvur, sambært svimjing.com - frá Stokkhólm í síðstu viku.
![]()
Líggjas Joensen í frálíkum formi, nú EJM nærkast (Mynd: svimjing.com)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald