Fótbóltur

Litava - Føroyar: Finalan fer í gongd á middegi

– Tað er altíð ein serlig kensla at spæla fyri landsliðið, og hesaferð er spenningurin onkursvegna serligur, tí talan er um eina finalu, so vit eru ordiliga spentar. Hetta sigur Heidi Sevdal, sum í dag spælir sín landsdyst nummar 60.

Heidi Sevdal og Olga Kristina Hansen til venjing í gjár. Báðar koma upp á 60 landsdystir í dag (Mynd: Bjarni Enghamar/Fótbóltssamband Føroya)

Heidi Sevdal og Olga Kristina Hansen til venjing í gjár. Báðar koma upp á 60 landsdystir í dag (Mynd: Bjarni Enghamar/Fótbóltssamband Føroya)

2021-06-13 08:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin spældu føroysku kvinnurnar seg í finaluna í venjingarkappingini Baltic Cup, sum er eitt slag av venjingarkappinging millum kvinnulandsliðini í baltisku londunum, har Føroyar eisini eru bjóðaðar við. Tað skuldi brotssparkskapping til, tá Føroyar og Estland hittust í hálvfinaluni, og har var tað Hervør Olsen, ið eisini skoraði málið hjá Føroyum í vanligu leiktíðini, sum skoraði avgerandi brotssparkið. Óluva Joensen bjargaði tveimum estiskum brotsspørkum.

[object Object]Føroyskur fagnaður eftir samlaða 6-5 sigurin á Estlandi er veruleiki (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF) 

Les eisini: Føroyar víðari eftir brotssparkskapping

Kenslan var góð, men síðani hevur tað snúð seg um at fáa armarnar niður, og at fáa eyga vend ímóti dystinum 

- Sjálvandi er tað stuttligt at vinna, og vit hava eisini havt gott av sigurskensluni, men armarnir eru eisini komnir niður aftur nú, og vit hava fult fokus á dystin móti Litava. Samstundis sum tað er ein finala, so snýr tað seg eisini um hjá okkum og venjarunum at royna ymiskt og arbeiða við samanspælinum, so vit taka uppgávuna í størsta álvara og gleða okkum til at sleppa á vøllin.

[object Object]
Olga Kristina Hansen til venjing í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar/Fótbóltssamband Føroya)

Hetta sigur 31-ára gamla Olga Kristina Hansen við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya. Miðvallarleikarin spælir í dag sín dyst nummar 60 á A-landsliðnum. Tað ger 32-ára gamla Heidi Sevdal eisini.

– Tað er altíð ein serlig kensla at spæla fyri landsliðið, og hesaferð er spenningurin onkursvegna serligur, tí talan er um eina finalu, so vit eru ordiliga spentar og gleða okkum nógv til uppgávuna, sigur Heidi Sevdal við fsf.fo.

Í 2019 spældu liðini tveir venjingardystir í Litava. Báðir endaðu við javnleiki - í tí fyrra skoraði Heidi Sevdal bæði føroysku málini. Í 2016 vunnu Føroyar 1-0 í Baltic Cup-hálvfinaluni í Riga við máli hjá Rannvu Biskopstø Andreasen.

Lagt er aftur upp til ein spennandi dyst í dag. Finalan í Baltic Cup millum Føroyar og vertstjóðina Litava verður spæld á Alytus Stadium klokkan 12 føroyska tíð. Dysturin kann stroymast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder