Fótbóltur

Liverpool keypt nýggjan verjuleikara fyri yvir 300 milliónir krónur

22-ára gamli franski miðverjin Ibrahima Konate kemur úr RB Leipzig.

Ibrahama Konate

Ibrahama Konate

2021-05-28 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liverpool megnaði, hóast eina ringa gongd fyrsta partin av 2021, at tryggja sær eitt triðja pláss og harvið Champions League-pláss til komandi kappingarár.

Hetta er sera týdningarmikið fyri felagið, og tað gevur millum annað betri fíggjarligt grundarlag. 

Virgil Van Dijk gjørdist álvarsliga skaddur týðliga í kappingarárinum, og tíðliga í vetur fekk Joe Gomez eisini ein knæskaða. Joel Matip var eisini sera nógv úti við skaða, og tá talan er um tríggjar teir bestu miðverjarnar í felagnum, so var liðið nógv viknað á plássinum.

Ókendi onglendingurin Ben Davies kom inn fyri ein lágan prís í januar, men hann hevur ikki spælt ein minutt. Liverpool leigaði eisini Ozan Kabak, men hann hevur ikki víst nakað uppá teir 13 dystirnar, ið ger at Liverpool vil keypa hann leysan. 

Tað nærkast spakuliga til Van Dijk og hinir verða til reiðar aftur, men greitt er, at Liverpool noyðist at styrkja seg á plássinum, har nógv útskifting hevur verið seinastu mánaðirnar, um liðið hjá Klopp aftur av álvara skal splla við um stóru steypini. Í dag hevur felagið kunngjørt, at Ibrahima Konate er keyptur leysur úr RB Leipzig.

22-ára gamli fraklendingurin hevði ein klasul í sáttmálanum á 36 milliónir pund - 312 milliónir krónur - og hann hevur Liverpool nú útloyst. Konate er í løtuni við franska U21-hópinum til EM-ensaspælið. Hann var ikki fastur maður hjá Leipzig í fjør - miðverjin spældi 21 dystir í øllum kappingum. Hann var skaddur fyrstu tveir mánaðirnar av 2021.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder