2025-07-03 10:51

Portugisiski landsliðsleikarin og Liverpool-leikarin Diogo Jota er deyður í einari ferðsluvanlukku, 28 ára gamal, skriva fleiri miðlar í morgun, harímillum danska TV2.
Ferðsluvanlukkan hendi í Spania í nátt.
Beiggi Diogo Jota, Andre Silva, sum eisini er fótbóltsleikari, doyði eisini í vanlukkuni. Teir báðir koyrdu í einari Lamborghini á einum motorvegi í Cernadilla-økinum nær við markið til Portugal.
Innleiðandi kanningar hava víst, at orsøkin til vanlukkuna helst, at eitt dekk sprongdist í sambandi við eina yvirháling. Síðani koyrdi bilurin útav, og eldur kyknaði í bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald