Fótbóltur

Liverpool skal reisa seg aftur

Stigini eru í sær sjálvum ikki so umráðandi hjá Klopp í dag, men tað eru tey hjá Bournemouth, ið er undir strikuni. Júst niðurflytingarstríð og stríðið um topp-fýra er á breddanum seinni út á seinnapartin.

Firmino og Liverpool skulu royna at finna vegin til málið aftur í dag (Mynd: EPA)

Firmino og Liverpool skulu royna at finna vegin til málið aftur í dag (Mynd: EPA)

2020-03-07 08:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjey dystir í Premier League verða leiktir í morgin. Í Italia, Sveis og nú eisini Danmark og Føroyum verða dystirnir komandi vikurnar leiktir uttan áskoðarar orsaka av coronavirusinum, men soleiðis er ikki í Onglandi. Premier League hevur tó avgjørt, at einki lógvatak verður undan dystarbyrjan millum leikarar og dómarar.

Les meira: - Sleppa ikki at taka í hondina á hvørjum øðrum

Í Liverpool verða eingin børn sum leiða leikararnar inn, sum vanligt annars er. Menninir hjá Klopp hava tapt tveir dystir á rað  og tríggjar útav teimum seinastu fýra - ein í Champions League, ein í Premier League og mikukvøldið í FA Cup á útivølli móti Chelsea. Tað er serliga ósigurin fyri Watford seinasta vikuskifti, tann fyrsti hjá liðnum í Premier League, ið var óvæntaður og sum vísti nakrar trupulleikar, ið Liverpool hevur í løtuni: Liðið mangar brodd í álopsspælinum, tryggleik í verjuspælinum og Jordan Henderson á miðvøllinum. 

Liverpool hevr tó framvegis beina kós móti sínum fyrsta Premier League-heiti, men skal nú helst koma á røttu kós, áðrenn altavgerðandi Champions League dystin móti Atletico mikukvøldið. Mótstøðuliðið Bournemouth hevur fyri neyðuni at fáa stig.

Tað hava fleiri lið, ið spæla seinni eisini. Liðini frá nummar 12-17 á stigatalvuni spæla øll klokkan 15, og serliga Watford, West Ham og Brighton eru kroyst. Tottenham skal royna at finna stevið aftur í topp-fýra stríðnum, og og Arsenal skal royna at vinna seg meira inn í tað 

Premier League 29. umfar
08.03

12.30: 
Liverpool - Bournemouth

15.00: 
Arsenal - West Ham
Crystal Palace - Watford
Sheffield United - Norwich
Southampton - Newcastle
Wolves - Brighton

17.30: 
Burnley - Tottenham

Støðan: 
1. Liverpool 79 
2. Manchester City 57 *
3- Leicester 50 
4. Chelsea 45
5. Manchester United 42
6. Wolves 42
7. Tottenham 40
8. Sheffield United 40 *
9. Burnley 38
10. Arsenal 37 *
11. Everton 37
12. Crystal Palace 36
13. Southampton 34 
14. Newcastle 32
15. Brighton 28
16. West Ham 27
17. Watford 27
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 25 * 
20. Norwich 21

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder