Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Tveir dystir sum fyribils høvuðsvenjari á A-landsliðnum, báðir á útivølli og við úrslitunum 0-1 og 1-0.
Eyðun Klakstein staðfestir eftir tapið í Skopje, at minsta kravið varð rokkið hesa vikuna, og tað er hann fegin um eftir harða arbeiðið hjá toymi og liði.
- Í dag vóru tað marginalar á muni. Vit standa okku betri við bóltinum enn í Armenia, men eru ikki nóg hvassir við innleggum og deyðbóltum. Burdu helst skorað uppá eina ella tvær støður. Teir hava ikki nógvar møguleikar men revsa okku eftir eitt mistak.
- Vit megnaðu tað, su vit skuldu, við at sleppa undan niðasta plássinum, og tað eru vit fegnir um. So fingu vit ein eyka møguleika at spæla um play-off pláss.
Klaksvíkingurin staðfestir, at tað í útgangspunktinum er aftur til U21-landsliðið nlsta ár, har hann og Atli Gregersen eru venjarar.
Hoyr samrøðuna við Eyðun Klakstein niðanfyri:
Nations League deild C - bólkur 4, seinasta umfar
Todor Proeski leikvøllurin, sunnudagin 17. november
Norðurmakedónia - Føroyar 1-0 (0-0)
62' Bojan Miovski
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen - Hanus Sørensen, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Petur Knudsen
Innskiftingar:
58' René Shaki Joensen fyri Hall Hansson
79' Jóannes Bjartalíð fyri Meinhard Egilsson Olsen - Páll Andrasson Klettskarð fyri Petur Knudsen
85' Sølvi Vatnhamar fyri Hanus Sørensen - Adrian Rúnason Justinussen fyri Brand Hendriksson
Endaliga støðan í bólkinum eftir seks umfør:
1. Norðurmakedónia 16 stig
2. Armenia 7 stig
3. Føroyar 6 stig
4. Lettland 4 stig
Sí eisini: Tóku ikki av móti Norðurmakedónia
Sí eisini: (Ljóð): Hallur hevði summarfuglar í Skopje
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald