Fótbóltur

Ljóð: Nýggju fólkini í FSF vilja koma við nýggjum hugsanum

FSF skal vera tættari at feløgunum og greiðari í samskiftinum við tey, staðfestir Jóannes Prestá, ið nú skal takka fyri seg sum formaður í Skála. Sólrun Hendriksdóttir Sørensen úr Skálavík tekur beiggjan fram sum dømi.

Sólrun Hendriksdóttir Sørensen og Jóannes Arnsteinsson Prestá (Mynd: FSF)

Sólrun Hendriksdóttir Sørensen og Jóannes Arnsteinsson Prestá (Mynd: FSF)

2025-03-08 19:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon ivaðist als ikki, tá forkvinnan í B71 ringdi og spurdi. Sórun Hendriksdóttir Sørensen hevur seinastu tvey árini, og nú tekur hon "eitt fet upp".

Hann ivaðist meira, tá fleiri feløg heitti á hann. Serliga tí at Jóannes Arnsteinsson Prestá visti, at hann noyddist at siga formanssessin í Skála frá sær, um hann varð valdur.

Soleiðis varð. Jóannes fekk flest atkvøður, men tað var ógvuliga tætt millum hann, Róin Schrøter, ið var afturvaldur, og Fríðin Ziskason, sum eftir drúgva tænastu í FSF varð ov stuttur hesaferð.

Les eisini: Jóannes Prestá og Róin Schrøter valdir í starvsnevndina hjá FSF

Les eisini: Sólrun Hendriksdóttir Sørensen triðja kvinnan í starvsnevndina

Sólrun Hendriksdóttir Sørensen var einasta kvinna, ið stillaði upp, og sambært viðtøkunum hjá FSF kom hon inn uttan val. Nú eru fýra menn og tríggjar kvinnur í starvsnevndini. Hetta er søguligt.

Starvsnevndin í FSF næstu tvey árini:
Christian Fríðbjartur Andreasen, forseti (Afturvaldur í dag)
Róin Schrøter, varaforseti og nevndarlimur (Afturvaldur í dag)
Jóannes Arnsteinsson Prestá, nevndarlimur (Valdur í dag)
Sólrun Hendriksson Sørensen, nevndarlimur (Valdur í dag)
Anja Rein, nevndarlimur (Vald í 2023)
Maria Jóhannusardóttir Joensen (Vald í 2023)
Heri á Rógvi, nevndarlimur (Vald í 2023)

Sí eisini: Christian Andreasen afturvaldur sum FSF-forseti

41-ára gamla skálvíkskvinnan vísti á, at FSF skal fara nærri inn og hyggja eftir, hvat er kravt í mun til leikaramenning - hetta var Christian Andreasen eisini inni á. Sólrun kennir nakað til støðuna; millum annað tí at lítilibeiggin Brandur Hendriksson Olsen leingi var yrkisspælari og er landsliðsspælari.

B71 og Skála eru ikki so stór feløg, og nývaldu starvsnevndarlimirnir staðfesta fyri Portalinum, at FSF skal vera fyri øll. 

Jóannes Prestá heldur, at Fótbóltssambandið skal vera tættari at feløgunum og greiðari í samskiftinum við tey. Hetta sleppur hann skjótt at arbeiða við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder