Annað

Ljósið fekk ársins heiður fyri lið fyri ung við skerdum førleikum

Fimleikagalla 2019: Tað eru 20 ár síðani at Nena Jákupsdóttir tók stið til at venja Loppurnar.

Nena Jákupsdóttir (Mynd: Erla Z)

Nena Jákupsdóttir (Mynd: Erla Z)

2019-06-16 11:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins heiður verður latin fyri eitt serligt átak sum felagið hevur gjørt.

Tað eru 20 ár síðani tók Nena Jákupsdóttir stig til at venja liðið Loppurnar, saman við Fimleikafelaginum Ljósið. Loppurnar er eitt lið fyri ung við skerdum førleikum.

Nena venur loppurnar, einaferð um vikuna.

Tær hava luttikið í fleiri kappingum, bæði í Danmark og seinast til Special Olympics í Abu Dhabi, har tær fingu sera góð úrslit.

Í septembur skulu tær kappast um norðurmeistarheiti í Slovakia.

Við hesum átakinum er Ljósið við til at slóða vegin og at staðfesta, at fimleikur er eitt tað besta fyri heilsuna og at fimleikur er fyri øll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder