Annað

Ljósið varpar ljós á sálarheilsu

Í gjár hevði Fimleikafelagið Ljósið skipað fyri eini verkstovu fyri venjarar á kappingarliðunum undir heitinum "Fimleikur og sálarheilsa".

Mynd: Fimleikafelagið Ljósið

Mynd: Fimleikafelagið Ljósið

2020-11-16 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nevndin í Ljósinum hevur sett sær sum aðalmál, at tað fyrst og fremst skal vera stuttligt at gera fimleik, og at fimleikurin harnæst skal viðvirka til góða kropsliga heilsu og góð úrslit.

– Tað er í lagi at seta sær stór mál og at vilja vinna. Men málið um at vinna eigur ongantíð at skugga fyri huginum til ítróttin. Tí skipaði nevndin fyri eini verkstovu um sálarheilsu, har sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen, vísti á, hvussu venjararnir á kappingarliðunum hjá felagnum kunnu fyribyrgja, at íðkararnir koma undir ov stórt sálarligt trýst.

– Fleiri ítróttafólk, kanska serliga ungar gentur, fáa sálarligar avbjóðingar av at vera undir stórum trýsti. Á einum fimleikaliði er ikki óvanligt, at ein, umframt at vilja avrika sítt besta, eisini kennir eitt ávíst trýst í mun til vekt og útsjónd. Hetta trýstið kemur afturat skúla, karakterum og øllum hinum, sum tey ungu skulu liva upp til í dagsins samfelag, sigur fimleikafelagið, sum eisini hevur havt eitt ávíst fráfall m.a. orsakað av ov stórum trýsti.

Fimleikafelagið Ljósið undirstrikar tó, at tey ikki hava ein stóran trupulleika við sálarheilsuni hjá íðkarum, men at nevndin tekur hetta í størsta álvara, og sær verkstovuna sum eitt fyribyrgjandi tiltak, so trupulleikin ikki verður vaksandi.

– Íðkararnir brúka ein stóran part av síni frítíð í Fimi, og tí er tað av stórum týdningi, at tað er stuttligt at venja, og at venjingarnar eru uppbyggjandi.

– Nevndin heldur, at minni trýst ikki merkir tað sama sum verri úrslit. Kanska heldur øvut. Kenna allir fimleikararnir seg væl, veksur hugurin til fimleikin, og harvið verða avrikini helst eisini betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder